Uttanlands

Ungarn: Stjórnarflokkur vil broyta grundlógina

Sambært broytingaruppskotinum skal ein forsætisráðharri ikki sleppa at sita í meira enn átta ár – Hetta uppskotið kann forða Viktor Orbán, sum var forsætisráðharri í 16 ár, í at koma til valdið aftur

Nýggi forsætisráðharrin í Ungarn, Péter Magyar (Mynd: Roland Schlager/AFP/Ritzau Scanpix)

Nýggi forsætisráðharrin í Ungarn, Péter Magyar (Mynd: Roland Schlager/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-05-23 13:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ungarski stjórnarflokkurin Tisza ætlar at broyta grundlógina fyri at avmarka tíðarskeiðið, sum ein forsætisráðharri kann sita, til átta ár.

Tað er tvær vikur síðan, Peter Magyar varð tikin í eið sum nýggjur forsætisráðharri, og uppskotið um at broyta grundlógina varð sent inn mikudagin.

Sambært uppskotinum kunnu persónar, sum áður hava verið forsætisráðharri í í minsta lagi átta ár, ikki veljast til forsætisráðharra aftur. Hetta verður galdandi fyri tíðarskeiðið eftir 2. mai 1990, skrivar Ritzau.

Kemur broytingin í gildi, kann undanmaðurin hjá Magyar, Viktor Orbán ikki gerast forsætisráðharri aftur. Hann sat við valdið í 16 ár - frá 2010 til 2026, tá flokkur hansara, Fidesz tapti valið.

Uppskotið verður væntandi viðgjørt í komandi viku, tá ungarska tingið kemur saman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder