
Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán fer seinni í dag at tosa við russiska forsetan, Vladimir Putin.
Tað boðar Orbán sjálvur frá, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump hevur boðað frá, at hann og Putin skulu hittast í ungarska høvuðsstaðnum í næstum.
Orbán, sum leingi hevur havt gott samband við bæði Trump og Putin, sigur, at Ungarn er farið undir fyrireikingarnar til fundin, sum fer aqt snúgva seg um frið.
Í komandi viku hittast umboð fyri Russland og USA, og eydnast tað teimum at finna eina loysn viðvíkjandi teimum ivamálunum, sum enn eru eftir, kann verða skipað fyri fundi millum Trump og Putin innan tvær vikur.
– Í gjárkvøldið gav eg boð um at seta eina ráðleggingarnevnd. Vit hava býtt týdningarmiklastu uppgávurnar, og fyrireikingarnar eru í gongd, sigur Orbán.
Orbán hevur fleiri ferðir verið ósamdur við aðrar ES-leiðarar viðvíkjandi Ukraina. Hann hevur m.a. sett spurnartekin við, um ES eigur at lata ukrainum hernaðarstuðul. Ungarn er eisini bundið av innflutninginum av russiskum gassi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald