Uttanlands

Ung sleppa ikki longur at keypa tubakk á Maldivunum

Persónar, sum eru føddir í 2007 ella seinni kunnu ikki longur keypa tubakk á Maldivunum

(Mynd: Visualhunt.com)

(Mynd: Visualhunt.com)

2025-11-03 20:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Persónar, sum eru føddir í ár 2007 ella seinni sleppa ikki longur at keypa tubakk á Maldivunum.

Talan er um eitt sonevnt ættarliðsforboð, sum kom í gildi 1. november, upplýsir heilsumálaráðið í oyggjalandinum í tíðindaskrivi, sum Ritzau endurgevur.

Heilsumálaráðið lýsir forboðið sum eitt søguligt stig í arbeiðnum hjá landinum at verja fólkaheilsuna og fáa eitt tubakksfrítt ættarlið.

Forboðið merkir, at persónar, føddir í 2007 ella seinni hvørki kunnu keypa ella nýta nakað slag av tubakki. Hetta er galdandi fyri bæði íbúgvar í landinum og ferðafólk.

Umframt hetta eru e-sigarettir eisini bannaðar á Maldivunum, og hetta er galdandi fyri øll uttan mun til aldur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder