Innanlands

Ung listafólk sleppa framat í Gallarí Havnará

Tey fýra Jón Sonni Jensen, Bárður Dahl Christiansen, Guðrið Syderbø og Ludvík á Brekku sýna fram

2022-02-18 16:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Gallarí Havnará verður nú karmur um eina framúr góða framsýning við nøkrum av bestu og mest spennandi ungu listafólkunum her heima. Tey fýra Jón Sonni Jensen, Bárður Dahl Christiansen, Guðrið Syderbø og Ludvík á Brekku sýna fram.

Fernisering er hósdagin 24. februar kl. 16, og opið er hvønn dag kl. 16-18 fram til mikudagin 2. mars.

Jón Sonni Jensen er ein av okkara mest spennandi ungu listafólkum. Útbúgvin BA í Fine Arts á Norwich University College of the Arts í 2012, hevur hann gjørt seg alsamt meira um seg á føroyska listapallinum, bæði sum partur av felags framsýningum og á egnum beinum.

Ludvík á Brekku er fjølistamaður: myndlistamaður, rithøvundur og tónleikari. Á hesi framsýningini er tað í myndlistini, at hann ferðast. Ludvík hevur illustrerað fleiri bøkur, umframt at hann hevur havt fleiri soloframsýningar. Hann hevur eisini luttikið á fleiri felags framsýningum.

Bárður Dahl Christansen er útbúgvin arkitektur á Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn. Hann spratt upprunaliga úr graffitti umhvørvinum í Havn, har hann var partur av listabólkinum Scrub Art Tey seinastu árini hevur Bárður luttikið á fleiri framsýningum, bæði heima og uttanlands. Myndamálið er búnað og hann arbeiður enn figurativt, tó meir abstrakt enn áður.

Guðrið Syderbø er útbúgvin grafiskur sniðgevi. Undir navninum Gurilla hevur hon seinnu árini gjørt vart við seg sum ein av okkara fremstu plakatsniðgevum. Stílurin er bæði egin og eyðkendur. Kvinnumyndirnar hava vakt ans og prýða veggir bæði úti og heima.

Hetta eru sostatt nøkur av okkara bestu nýggju, og alt fólk, ið vera við til at mynda føroyska listaheimin komandi nógvu árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder