2025-10-30 08:10
Ferðsluløgreglan var í Eysturoynni í gjár og gjørdi ferðmátingar í Kambsdali.
Í tíðarskeiðinum millum klokkan 12 og 14 vórðu sjey bilførarar avdúkaðir fyri at koyra nógv ov skjótt.
Tríggir teirra koyrdi upp móti 123 kilometrar um tíman, sum gevur treytaða frádøming av koyrikortinum. Hetta merkir, at tey skulu upp til nýggja koyriroynd.
Fýra bilførarar koyrdu millum 105 og 110 kilometrar um tíman, og fáa klipp í koyrikortið umframt bót.
Í øllum førum var talan um ungfólk – helst skúlaungdóm, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald