Innanlands

Undirtøkan fyri Fólkaflokkinum aftur vaksandi

Veljarakanning hjá Portalinum: Sambandsflokkurin missir nógv, meðan Tjóðveldið gongur fram. Okkurt bendir eisini á, at Javnaðarflokkurin er á veg upp úr aldudalinum, men er framvegis tann minsti av teimum størstu

2025-11-07 12:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein knappur triðingur av føroysku veljarunum hevði sett krossin við Fólkaflokkin um val var nú. Nýggjasta veljarakanningin hjá Portalinum vísir, at Fólkaflokkurin heldur stand, sum nógv tann størsti flokkurin í løtuni.

Kanningin vísir eisini, at Javnaðarflokkurin hevur støðgað bløðingini og gongur spakuliga fram aftur, at Tjóðveldi eisini gongur fram, meðan Sambandsflokkurin missir undirtøku.

Veljarakanningin varð gjørd mánakvøldið, tá Spyr.fo spurdi 500 veljarar hvat tey høvdu valt, um val var nú. Hetta er kvøldið fyri, at løgmaður kunngjørdi nýgjastu sparingarnar, har trý landsstýrisfólk fingu boð um, at tey missa sín landsstýrissess, tí at trý aðalráð skulu niðurleggjast eftir tilmæli frá nýskipanarnevndini.

Triði hvør velur lista A

Fólkaflokkurin stendur til at fáa 32,9 prosent um val var í dag. Tað er ein framgongd á heili 14 prosentstig í mun til valið í desember 2022.

Til seinastu veljarakanning í august gekk Fólkaflokkurin eitt sindur aftur í mun til undanfarnu kanning, men nú gongur tað aftur framá, tó er flokkurin ikki so stórur sum hann var í veljarakanningini í mai, tá hann fekk 34 prosent av atkvøðunum.

Fólkaflokkurin fær við hesum úrsliti 11 tingsessir, fimm fleiri enn nú.

Sambandið missir

Sambandsflokkurin fær nú 19,2 prosent av atkvøðunum, og gongur sostatt aftur við 0,8 prosentstigum í mun til seinasta løgtingsval.

Sambandsflokkurin gongur 3,6 prosentstig aftur í mun til kanningina í august, og hetta er ein óvanliga stór afturgongd.

Sambandsflokkurin stendur til at missa ein tingsess í mun til valið – og tveir sessir í mun til seinastu veljarakanning.

Við hesum úrslitinum koma teir báðir stóru borgarligu flokkarnir upp á 17 tingfólk og hava ein smalan meiriluta á tingi tveyeinir. Núverandi andstøða fær 19 sessir og amgongan 14. Til seinastu veljarakanning var støðan 20-13.

Tjóðveldi nærkast

Tjóðveldi liggur nú í hølunum á Sambandsflokkinum í stødd við 18,4 prosentum av atkvøðunum, sum er ein framgongd á 0,7 prosentstig í mun til valið og 1,7 prosentstig í mun til seinastu kanning.

Við hesum úrsliti varðveitir Tjóðveldi sínar seks sessir.

Javnaðarflokkurin úr aldudalinum?

Javnaðarflokkurin er framvegis minstur av teimum fýra stóru. Javnaðarflokkurin stendur í nýggjastu kanningini til at fáa 15,0 prosent av atkvøðunum. Tað er ein afturgongd á heili 11,5 prosentstig í mun til seinasta val.

Men tað jaliga við hesum úrsliti fyri Javnaðarflokkin er, at tað er ein framgongd á 0,4 prosentstig í mun til seinastu kanning.

Javnaðarflokkurin náddi eitt fyribils lágpunkt í veljarakanningunum í mai í ár, tá hann fekk undirtøku frá 14,5 prosentum. Í august kvinkaði hann upp á 14,6 prosent, og nú upp á 15 – møguliga eitt tekin um at flokkurin er á veg upp úr aldudalinum, hann hevur verið í.

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa fimm tingsessir, fýra færri enn flokkurin hevur í løtuni.

Hav í huga, at kanningin er gjørd kvøldið fyri, at løgmaður kunngjørdi ætlaðu sparingarnar.

Framsókn fram – Miðflokkurin minkar

Hjá teimum smáu flokkunum á tingið er støðan tann, at Framsókn hevur framgongd, meðan Miðflokkurin minkar.

Framsókn stendur til at fáa 7,5 prosent og tríggjar tinglimir. Tað er sama støði, sum valúrslitið seinast. Og eisini besta kanningarúrslit hjá flokkinum síðstu tvey árini.

Hinvegin gongur verri hjá Miðflokkinum, sum nú stendur til 4,4 prosent, 2,1 proentstig færri enn til løgtingsvalið. Miðflokkurin stendur til at varðveita sínar tveir tingsessir, men flokkurin er í vanda fyri at missa annan – hann skal ikki missa nógvar atkvøður afturat áðrenn tingfólkatalið kemur niður á 1. Tað hendi í kanningini í desember í fjør – tá stóð Miðflokkurin til at fáa 4,1 prosent av atkvøðunum.

Sjálvstýri nær, heldur ikki í hesi kanningini, upp um tinggáttina. Flokkurin stendur til at fáa 2,6 prosent av atkvøðunum – nakað tað sama sum á valinum seinast. Bert einaferð síðan seinasta val, hevur kanningarúrslitið hjá Sjálvstýri verið frægari. Havast skal í huga, at óvissan í tølunum fyri smæstu flokkarnar er stór, so tá hædd verður tikin fyri hesi óvissuni, er Sjálvstýrið kanska ikki longur so langt frá at gera sær vónir um at fáa umboðan á tingi aftur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder