Innanlands

Undirsjóvartunnil fyri 5,4 milliardir krónur

Ein tunnil til Suðuroyar fer at kosta í minsta lagi 5,4 milliardir krónur, sigur Landsverk

Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur, hevur staðið fyri arbeiðinum (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur, hevur staðið fyri arbeiðinum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-21 15:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar fer at kosta 5,4 milliardir krónur umframt avleiddar verkætlanir.

Tað kom fram á tíðindafundi hjá Landsverki seinnapartin, har Brandur Sjúðrarson, búskaparfrøðingur, legði fram.

Í umleið eitt ár hevur hann arbeitt við hesari verkætlan sum hevur fingið heitið “Forkanning av einari nýggjari Suðuroyarleið”.

[object Object]

At talan er um risa íløgu kann samanberast við at 5,4 milliardir er ein fjórðingur av bruttotjóðarúrtøkuni og svarar til eina fíggjarlóg.

Í arbeiðnum hevur Landsverk hugt eftir fimm møguleikum á Suðuroyarleiðini. Eitt er verandi ferjuleið úr høvuðsstaðnum til Trongisvág, ein onnur er tunnil beinleiðis til Sandvíkar av Skarvanesi, og ein onnur beinleiðis av Sandi til Sandvíkar.

Triðja loysnin er tunnilin umvegis Skúgvoynna, fjórða loysnin ein toktunnil og tann fimta og seinasta er nýggj ferjuleið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder