Innanlands

Umvælingararbeiði hevur við sær broytingar í ferðaætlanini

Siglingin hjá Smyrli í dag og í morgin er heldur øðrvísi enn vanligt - hon er eftir týsdagsferðaætlanini

2020-10-14 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vegna umvælingararbeiði umborð á Smyrli er ferðaætlanin øðrvísi í dag og í morgin.

Siglt verður sambært týsdagsferðaætlanini. Hetta merkir, at Smyril siglir av Krambatanga klokkan 07, av Havnini klokkan 13, síðani aftur av Krambatanga kl. 16 og til seinast av Havnini klokkan 19.

Hetta merkir, at Smyril fyri løtu síðani er farin av Krambatanga og ikki Havnini, sum vanligt annars er. Mikudagar er seinasti túrur av Krambatanga klokkan 18.45 og av Havnini klokkan 21.15, men soleiðis er ikki í kvøld.

Siglingin í morginárini byrjar ein tíma seinni, enn hon ger vanligt hósdagar, og tað slepst ikki av Havnini klokkan 08.45. 

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í samband við hesar broytinga fyrsta og síðsta túr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder