Innanlands

Umleið 500 innsavnarar hava gingið kring landið

Væntandi verður úrslitið klárt ímóti endanum av mánaðinum, sigur Reyði Krossur, sum takkar øllum, sum hava stuðlað landsinnsavningini og minnir á, at tað hesa vikuna framvegis ber til at stuðla

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-09-15 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi er av. Seinastu vikuna hava umleið 500 innsavnarar úr øllum landinum gingið frá hurð til hurð við bússum, og hesa vikuna verða bússurnar latnar inn til bankarnar, sum fara undir at telja saman.

Reyði Krossur skrivar í tíðindaskrivi, at úrslitið væntandi er klárt ímóti endanum av mánaðinum.

Ein innsavnari hjá Reyða Krossi, Katrin, greiðir soleiðis frá:

– Hetta var eitt so positivt, stuttligt og gevandi upplivilsi, sum eg fari at goyma væl. Stuttligt var at uppliva hvussu jalig fólk vóru, tey runnu upp á loft eftir pengum, út í bilin eftir mappuni, leitaðu í hvørjum lumma, nógv høvdu hevað reiðan pening til innsamlingina, og serliga stuttligt var at síggja smábørnini so stolt lata pening i bússuna. Tað er sunt fyri menniskjað at gera mun uttan løn – kenslan aftaná er heilt serlig.

Reyði Krossur takkar øllum, sum hava stuðlað innsavningini og minnir á, at tað hesa vikuna framvegis ber til at stuðla. Meira kunning um hetta fæst her.

Í ár fer ein stórur partur av innsavningini til hjálpararbeiði í Afganistan, har stórur tørvur er á hjálp, serliga eftir ógvusligu jarðskjálvtarnar, sum hava rakt seinastu vikurnar. Eisini verður innsavningin brúkt sum grundarlag til arbeiðið hjá Reyða Krossi her heima í Føroyum, har vit veita mat, klæðir, felagsskap og hjálp í kreppu, skrivar Reyði Krossur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder