2025-07-20 22:55

Grindin sum varð hildin til í Tjørnuvík í kvøld taldi umleið 100 hvalir. Tað upplýsir Kristjan Martin Joensen, sýslumaður.
Drápið gekk væl og tað var akkurát nokk av fólki á sandinum.
Fyrstu hvalirnir gjørdu landgongd um hálvgum tíggju tíðina og drápið tók í alt umleið 20 minuttir. Allar flestu hvalirnir blivu dripnir innan 10 minuttir, upplýsir sýslumaðurin.
Nú verða hvalirnir sleipaðir til Eiðis, og so verður farið undir at merkja teir.
Enn er ikki greitt, hvussu grindin verður skift. Seðlarnir koma ikki út fyrr enn einaferð í morgin, sigur Kristjan Martin Joensen, sýslumaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald