
Arbeiðið við spillivatnsleiðingin á Áarvegnum og á Túni í Kvívík er nú liðugt. Húsini eru knýtt í nýggju spillivatnsskipanina.
Kvívíkar kommuna skrivar á heimasíðu síni, at kommunan í vár gjørdi avtalu við fyritøkuna R Transport á Strondum um at leggja spillivatnsleiðingina í einum parti av bygdini. Hesin parturin snúði seg um tey húsini, sum liggja millum Víkarvegin og Stórá. Hetta arbeiðið hevur gingið væl.
Í august varð farið í holt við at knýta tey húsini á Stykkinum í, sum enn ikki vóru íbundin spillivatnsskipanina. Hetta arbeiðið væntar kommuna fer at verða liðugt í heyst. Tá hetta arbeiðið er liðugt, eru øll húsini á Stykkinum, umframt bygdirnar Skæling, Leynar og Válurin knýtt í spillivatnsskipan.
Í Kvívík vantar ein partur av bygdini at verða knýttur í. Hetta snýr seg um húsini eystan fyri ánna og niðan til skúlan og nøkur hús á Víkarvegnum. Borgstjórin vónar at fáa sett pengar av, á komandi fíggjarætlan so at hetta arbeiðið kann halda fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald