2025-12-12 11:23
Nú avgerð er tikin um, at fimm kommunulæknar skulu virka í Skálafjarðar læknadømi, verður farið undir at umbyggja Heilsudepilin í Runavík soleiðis, at rúm verður fyri øllum kommunulæknunum í einum og sama húsi.
TN-Bygging á Glyvrum skal gera arbeiðið, og mikudagin skrivaðu borgarstjórarnir í Nes- og Runavíkar kommunu saman við Torben Nielsen undir sáttmála um umvæling og nýbygging í niðaru hæddini í hølunum, har ið tríggir kommunulæknar virka á ovaru hæddini.
Væntandi verður arbeiðið liðugt í mai-juni mánaða 2026, skriva kommunurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald