Umboð fyri USA, Russland og Ukraina fundast í hesum døgum í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum.
Evnið er friður millum Russland og Ukraina, siga fleiri keldur, eftir at umboð fyri USA, Ukraina og Evropa hava havt samráðingar í Geneve í Sveis um vikuskiftið.
Tað er ógreitt, um talan er um ein trípartafund, ella um umboð fyri Russland og Ukraina fundast við USA hvør sær, skrivar Ritzau.
USA verður m.a. umboðað av ráðharranum fyri amerikanska herin, Daniel Driscoll. Kyrylo Budanov, stjóri fyri ukrainsku hernaðarfregnartænstuna, GUR umboðar Ukraina. Ógreitt er, hvør umboðar Russland.
Daniel Driscoll hevur spælt ein leiklut í samráðingunum í Geneve, og er hann sostatt væl skikkaður at fundast við Russland um málið, sigur ein kelda við Financial Times.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald