Uttanlands

Umboð fyri USA og Iran komin til Pakistan

Hetta er í sambandi við friðarsamráðingar millum londini

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance (Mynd: EPA)

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance (Mynd: EPA)

2026-04-11 11:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein amerikansk sendinevnd við amerikanska varaforsetanum, J.D. Vance á odda, er í morgun komin til Pakistan í sambandi við friðarsamráðingar millum USA og Iran.

Tað er pakistanski forsætisráðharrin, Shehbaz Sharif, sum hevur bjóðað pørtunum til høvuðsstaðin Islamabad. Hann hevur frammanundan meklað í samráðingunum um vápnahvíld, sum varð kunngjørd mikudagin, skrivar Ritzau.

Iranska sendinevndin við Mohammad Baqer Qalibaf, formanninum fyri iranska tjóðartingið, og iranska uttanríkismálaráðharranum, Abbas Araghchi á odda, kom til Islamabad fríggjakvøldið.

Qalibaf setti í gjár tvær treytir fyri at fara undir samráðingar við USA. Libanon skuldi verða fevnt av vápnahvíldini, og innifryst iransk ogn skal leysgevast.

Síðani hevur skrivstovan hjá libanesiska forsetanum sagt, at samráðingar verða millum Ísrael og Libanon í komandi viku.

Les eisini: Samráðingar millum Ísrael og Libanon byrja týsdagin

Pakistanski uttanríkismálaráðharrin, Ishaq Dar sigur seg vóna, at USA og Iran fara undir uppbyggjandi friðarsamráðingar.

J.D. Vance sigur seg eisini hava góðar vónir um samráðingarnar men leggur afturat, at amerikanska sendinevndin hevur fingið greiðar leiðbeiningar frá amerikanska forsetanum, Donald Trump.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder