
Serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff og Jared Kushner, versonur amerikanska forsetan, Donald Trump eru í dag komnir til Ísraels at umrøða vápnahvíldina millum Ísrael og Hamas.
Seinastu dagarnar hava verið fráboðanir um brot á vápnahvíldina. Boðað hevur verið frá bardøgum og loftálopum, men báðir partar siga tó, at teir framvegis eru sinnaðir at halda fast í vápnahvíldini.
Vápnahvíldin kom í gildi 10. oktober, og Witkoff og Kushner væntast at leggja trýst á fyri at fara undir næsta stig av vápnahvíldini, skrivar Ritzau.
Umframt Witkoff og Kushner, væntast amerikanski varaforsetin, J.D. Vance eisini at vitja í Ísrael í morgin. Tá skal hann væntandi á fund við ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald