Uttanlands

Umboð fyri Ísrael og Hamas hittast í Egyptalandi

Mánadagin verður farið undir óbeinleiðis samráðingar um leyslating av ísraelskum gíslum og palestinskum fangum

Gaza (Mynd: EPA)

Gaza (Mynd: EPA)

2025-10-05 10:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin verður Egyptaland vertur fyri sonevndum óbeinleiðis samráðingum millum Ísrael og Hamas.

Á dagsskránni er leyslating av ísraelskum gíslum og palestinskum fangum, sigur egyptiska uttanríkismálaráðið sambært DR.

Í Egyptalandi vónar mann, at samráðingarnar kunnu hava við sær ein enda á krígnum millum Ísrael og Hamas.

Tað var fyrr í vikuni, at USA legði fram eitt uppskot til eina friðarætlan í 20 stigum, og síðani hava bæði Ísrael og Hamas boðað frá, at tey eru til reiðar at samráðast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder