Hetta er tíðin við illfýsnum veðri, og longu leygardagin verður aftur ringt veður.
Veðurstova Føroya boðar frá, leygarkvøldið og sunnunáttina verður fitt av vindi. Leygarkvøldið strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Um náttina skrið ella stormur av útsynningi, 20 til 25 m/s, í støðum hvassur stormur, 28 m/s, skýggjað, regn, møguliga við vátakava ella heglingi. Hitin verður millum 6 til 11 stig.
Men tað er skjótt yvirstaðið við tí ringasta.
Sunnudagin frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, skýggjað og ælaveður. Eitt skiftið seinnapartin minni vindur. Um kvøldið strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, skýggjað og regn, møguliga við vátakava ella heglingi. 7 til 9 stig, um náttina niður í 5 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald