Innanlands

Um seyð og seyðahald í Fuglafirði

Fýra mans siga frá á kvøldsetu í Mentanarhúsinum

2018-10-18 09:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjakvøldið 26. oktober verður aftur skipað fyri kvøldsetu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har seyður og seyðahald verða umrødd.

Teir, ið siga frá:

Levi Joensen, Klaksvík sigur frá hagapørtunum, Barmi og Fyri heiman í Gerðum. Barmur liggur á eystursíðuni á Borðoynni, og fyri Heiman í Gerðum liggur á eystara armi í Klaksvík. Levi hevur røktað Barm síðani 2004 og Fyri heiman síðani 2014, tá ið hann keypti festið. Festið er 7 merkur tilsamans.

Artur Johansen, Strendur. Navn og stødd á haga: Heygshagi, ognin, Strendur. Hagin liggur oman fyri bygdirnar Strendur, Kolbeinagjógv og Morskranes. Sunnasti hagi í markatalsbygdini Strendur. Hagin er stórur, 276 gl. tvs., 17 merkur og 4 gl. er skipanin, og víddin er 5,7 km2. Skipan: 2 seyðir ganga upp á hvønn gyllin – tað gevur 552 áseyðir. Harafturat kemur røktin, sum er 48 áseyðir. Av tí at hagin er ognarhagi, og skipanin er kenning, so er tað meira ella minni sjálvdráttur í ansingini um veturin, eins og hvør maður merkir síni lomb. Artur var fyrstu ferð valdur í hagastýrið á hagafundi tann 11. februar 2010. Hann hevur røktað í hagapartinum síðani 2011.

Dávur Winther sigur frá seyðahaldi á Skarvanesi um rakstur, hagabýti, fylgir, savninga og at kyrra seyðin, áðrenn farið verður av savningini – Teir eldru menninir sungu serstøk løg fyri seyðinum á savningini fyri at kyrra seyðin, og á henda hátt at fáa ein betri og hóligari rakstur.

Helgi í Brekkunum, sum gav bókina út á Grækarismessu 2017 – Seyður í søgu og veðri, fer at siga frá um áseyðatalið í Føroyum fyrr og nú, og hvussu veðrið ávirkar seyðin í Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder