Uttanlands

Ukrainskt ferðafólkatok rakt í russiskum álopi

Í minsta lagi 30 fólk eru særd, sigur ukrainski forsetin – Ukrainar hava eisini lopið á eitt russiskt oljureinsiverk nærindis Sankta Pætursborg

Hetta var eitt tilvitað álop á sivilfólk, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Hetta var eitt tilvitað álop á sivilfólk, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-10-04 14:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri eru særd eftir at eitt ferðafólkatok í býnum Shostka í norðara parti av Ukraina varð rakt av einum russiskum loftálopi.

Tað boðar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj frá á sosiala miðlinum X.

Sambært Zelenskyj eru í minsta lagi 30 ferðafólk og jarnbreytarstarvsfólk vórðu særd. Ongar fráboðanir eru um andlát.

Eisini guvernørurin í Sumy-landslutinum, Oleh Hryhorov skrivar um álopið á Telegram. Sambært honum var tokið á veg til ukrainska høvuðsstaðin Kyiv, tá tað varð rakt.

Sambært ukrainska forsetanum var talan um eitt tilvitað álop á sivilfólk.

– Russarnir kunnu ikki hava verið óvitandi um, at tey lupu á sivilfólk, skrivar hann og leggur afturat, at fólk verða dripin hvønn dag, og at bert styrki kann fáa russar at gevast.

Sambært Ritzau hevur Ukraina í dag eisini lopið á eitt av størstu oljureinsiverkunum í Russlandi. Talan er um eitt reinsiverk nærindis býin Sakta Pætursborg, og sambært guvernørinum í økinum kyknaði eldur í bygninginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder