Mentan

Ukrainska sangkappingin verður hildin í einum bumbuskýli

Tá ukrainar í desember skulu finna teirra umboð til Eurovision 2023, verður tað í einum bumbuskýli í Kyiv

Kalush Orchestra vunnu Eurovision Song Contest 2022, sum varð hildin í italska býnum Torino (Mynd: EPA)

Kalush Orchestra vunnu Eurovision Song Contest 2022, sum varð hildin í italska býnum Torino (Mynd: EPA)

2022-10-24 14:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mai 2023 verður altjóða Eurovision sangkappingin aftur á skránni í Liverpool í Onglandi.

Tað eru bretar, sum hava fingið heiðurin at verða vertir fyri altjóða finalunum, eftir at teir gjørdust nummar tvey í ársins útgávu av Eurovision í vár, og tað ikki varð mett nóg trygt, at vinnandi landið, Ukraina var vertur.

Men hóast Eurovision verður á bretskari jørð komandi ár, verður tað kortini fyriskipað í samstarvi millum bretska BBC og og ukrainska UA:PBC, og hóast kríggj er í landinum, fer Ukraina eisini at luttaka við einum sangi í 2023.

Ukrainska sangkappingin, Vidbir verður tó, eins og mangt annað í landinum, eisini ávirkað av krígnum, og tí skal hon haldast í einum bumbuskýli. Tað skrivar Ritzau, ið endurgevur heimasíðuna hjá Eurovision.

Skýlið, sum sangkappingin skal haldast í 17. desember, er við metrostøðina Majdan Nezaleznjosti í høvuðsstaðnum Kyiv.

Tað var bólkurin Kalush Orchestra, sum gjørdist nummar eitt við sanginum "Stefania", tá skipað var fyri Eurovision í Italia í mai, og sum vinnaraland sleppur Ukraina beinleiðis í finaluna sama við teimum fimm londunum, sum geva størsta fíggjarliga ískoytið til tiltakið. Tey eru Frakland, Italia, Spania, Stórabretland og Týskland.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder