
Ukraina hevur lopið á Krim-brúnna, sigur ukrainska fregnartænastan SBU.
Brúgvin millum hersettu Krim-hálvoynna og russiska meginlandið er ein týðandi flutningsleið hjá russiska herinum í Ukraina.
1.100 kilo av spreingievni varð brúkt í álopinum tíðliga í morgun, sigur SBU.
Hvussu stóra skaða brúgvin hevur fingið er ógreitt, men sambært Reuters var brúgvin stongd í tríggjar tímar.
Sambært SBU var talan um eitt álop, sum varð fyrireikað yvir fleiri mánaðir, og er hetta triðja ukrainska álopið á Krim-brúnna, síðan kríggið byrjaði. Hini bæði álopini vóru í ávikavist 2022 og 2023.
Krim-hálvoyggin varð hertikin av Russlandi í 2014, men flestu lond rokna framvegis Krim sum ukrainskt øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald