
Myndugleikarnir í Ukraina hava avdúkað eitt umfatandi mál um mutur í sambandi við innkeyp av dronum, sum verða nýttar at órógva signal hjá fíggindanum.
Dronurnar eru keyptar fyri ov høgan prís, og yvirskotið er farið beint í lummarnar hjá fleiri persónum, sum nú eru skuldsettir í málinum.
Sambært Ritzau eru fýra persónar handtikinir.
Millum teir, sum eru avdúkaðir í málinum, er ein tjóðartingslimur, tvey embætisfólk og limir í tjóðarhirðuni. Eingin persónur er tó nevndur við navni.
Endamálið var at gera sáttmálar millum statin og veitingarfyritøkur fyri ein ov høgan prís. Tey, sum vóru innblandað í málinum, hava síðani fingið samsýning á upp til 30 prosent av upphæddini, sum stóð í sáttmálanum.
Hvussu stórar upphæddir talan er um er ógreitt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald