Uttanlands

Ukraina: Persónur handtikin fyri dráp á politikara

Allar umstøðurnar kring drápið á Andrij Parubij um vikuskiftið skulu kannast gjølla, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj

Kanningarfólk arbeiða á staðnum, har Andrij Parubij varð skotin (Mynd: EPA)

Kanningarfólk arbeiða á staðnum, har Andrij Parubij varð skotin (Mynd: EPA)

2025-09-01 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein persónur er handtikin og undir illgruna í málinum um drápið á ukrainska politikaran, Andrij Parubij, upplýsir ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Tað var leygardagin, at boðað varð frá, at 54 ára gamli Parubilj, sum eisini var fyrrverandi formaður í ukrainska tjóðartinginum, varð skotin til deyðis í býnum Lviv í vestara parti av landinum. Løgreglan upplýsti tá, at tey framvegis leitaðu eftir drápsmanninum.

Persónurin, sum er undir illgruna, varð handtikin í Khmelnytska í vestara parti av Ukraina. Einki verður sagt um kyn, aldur og tjóðskap hjá viðkomandi. Heldur ikki verður nakað sagt um motiv fyri drápið, skrivar Ritzau.

Zelenskyj takkar myndugleikunum fyri teirra arbeiði, og skulu allar umstøðurnar kring drápið kannast gjølla, sigur hann.

– Tað eru fleiri smálutir, sum ikki kunnu deilast í løtuni. Eg vil bara siga, at brotsverkið var lagt væl til rættis.

Parubil spældi ein stóran leiklut í Majdan-kollveltingini í 2014, sum elvdi til, at táverandi forsetin, Viktor Janukovitj varð koyrdur frá og mátti flýggja til Russlands.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder