Ukraina og USA hava orðað eitt nýtt uppskot til friðarætlan, eftir at amerikanarar, ukrainar og evropearar hava umrøtt upprunaliga amerikanska uppskotið í Sveis senaistu dagarnar.
Greitt verður ikki nærri frá, hvat stendur í nýggja uppskotinum, men nýggja uppskotið í 19 punktum inniheldur ikki nógv frá amerikanska uppskotinum, sum hevur verið fyri nógvum atfinningum.
Amerikanska uppskotið innihelt m.a. ásetingar um, at Ukraina skal geva Russlandi Donbas-økið og binda seg til ikki at fara uppí verjusamgonguna Nato. Hesi evni verða viðgjørd seinni, sigur umboð fyri Ukraina sambært Ritzau.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at nýggja uppskotið inniheldur fleiri røtt tiltøk, men tað eru framvegis fleiri eym mál, sum skulu umrøðast. Hetta verður gjørt saman við amerikanska forsetanum, Donald Trump, sigur hann.
Hvítu Húsini siga, at samráðingarnar í Sveis um vikuskiftið hava verið uppbyggjandi, og vóru bert fá mál, sum partarnir vóru ósamdir um. Ongar ætlanir eru tó um at hava ein fund millum Trump og Zelenskyj hesa vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald