
Ein persónur lat lív, og tíggju persónar vórðu særdir í einum russiskum álopi á ukrainska býin Lozova í Kharkiv-landslutinum í eystara parti av landinum í nátt.
Undirstøðukervi, íbúðarbygningar og sethús fingu skaða í álopinum, sigur býráðsformaður í Lozova, sum leggur afturat, at talan er um størsta loftálop á býin, síðan kríggið í Ukraina byrjaði, og at partar av býnum eru uttan vatn og streym.
Í nátt hevur Russland eisini boðað frá ukrainskum loftálopum á Russland, skriva tíðindastovurnar Ritzau og Reuters.
Í Rostov-landslutinum í sunnara parti av Russlandi, boðar guvernørurin frá, at eldur er kyknaður fleiri staðni orsakað av einum ukrainskum dronuálopi. Ongar fráboðanir eru tó um fólkaskaða.
Sambært Russiska verjumálaráðnum vórðu 24 ukrainskar dronur skotnar niður yvir Russland í nátt.
Ukraina hevur áður sagt, at álopini á Russland hava til endamáls at oyðileggja undirstøðukervi, sum spælir ein týðandi leiklut í krígnum, og báðir partar hava fleiri ferðir víst aftur, at málið hjá teimum er at raka sivilfólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald