Uttanlands

Ukraina og Evropa við nýggjum friðaruppskoti

Ukraina og evropeisk sameind hava funnist at amerikonsku friðarætlanini

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-11-23 12:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina hevur saman við øðrum evropeiskum londum orðað sítt egna uppskot til eina friðaravtalu.

Hetta uppskotið leggur m.a. upp til, at Ukraina fær verjutrygd frá USA, eins og Nato-londini, siga ónevndar keldur við miðilin Bloomberg.

Harumframt skal innifryst russisk ogn brúkast til enduruppbygging av Ukraina, skrivar Ritzau.

Í vikuni fingu Russland og Ukraina eitt uppskot til eina friðaravtalu frá USA, og partarnir hava fram til hósdagin í komandi viku at koma við einum svari.

Tað hevur verið frammi, at Frakland, Týskland og Stórabretland saman við Ukraina hava arbeitt við einum sonevndum mótuppskoti til tað amerikanska, og umboð fyri hesi londini luttaka í dag á fundi í Sveis, har Ukraina og USA skulu umrøða friðarætlanina.

Stuðlar hjá Ukraina í Evropa hava undirstrikað, at friðarætlanin krevur meira arbeiði, og at bæði Ukraina og Evropa skulu vera partur av arbeiðnum.

Ukraina ynskir fleiri broytingar í uppskotinum, sum sambært eygleiðarum eftirlíkar nærum øllum krøvum hjá Russlandi. Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur eisini sagt, at uppskotið ikki er eitt endaligt tilboð.

Les eisini: Trump: Amerikanska uppskotið er ikki eitt endaligt tilboð


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder