
Í minsta lagi fýra fólk hava latið lív í russiskum álopum á Ukraina í nátt.
Russland hevur sent yvir 500 dronur og yvir 40 rakettir yvir Ukraina í nátt.
Umframt at fýra fólk lótu lív, eru fleiri eisini særd, og álopið hevur eisini framt skaða á sivilt undirstøðukervi.
– Moskva ynskir at halda fram við at stríðast og drepa, og hava tey uppiborið harðasta trýstið frá umheiminum, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.
Russisku loftálopini á Ukraina fingu eisini Pólland at senda hernaðarflogfør í luftina í nátt. Hetta hevði eisini við sær, at loftrúmið yvur tvær pólskar floghavnir stongdi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald