2025-10-24 14:17
Fýra fólk lótu lív og 12 fólk vórðu særd í einari spreinging á einari tokstøð í býnum Ovrutj í norðara parti av Ukraina í dag.
Eftirlitsfólk í Ukraina vóru í ferð við at kanna skjølini hjá ferðafólkum á einum dieseltoki, tá eitt ferðafólk tók eina granat fram, skriva ukrainskir miðlar sambært Ritzau.
Ukrainska innlendismálaráðið sigur tó, sambært tíðindastovuni AFP, at tey ikki kunnu vátta, at talan var um eina granat.
Løgreglan váttar, at maðurin, sum er undir illgruna, var millum teirra, sum lótu lív, tá granatin sprongdist, skrivar Ritzau.
Einki verður sagt um nakað motiv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald