Uttanlands

Týskur ráðharri: Ásetingar um Nato og Evropa tiknir úr friðarætlanini

Samráðingarnar millum USA, Ukraina og Evropa halda fram í Sveis

Týski uttanríkismálaráðharrin, Johann Wadephul (Mynd: EPA)

Týski uttanríkismálaráðharrin, Johann Wadephul (Mynd: EPA)

2025-11-24 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samráðingarnar í Sveis halda fram. Sunnukvøldið boðaði amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio frá, at stór framstig vórðu gjørd, og eisini evropearar eru nøgdir higartil.

Týski uttanríkismálaráðharrin, Johann Wadephul, sigur við útvarpsrásina Deutschlandfunk í morgun, at allir spurningar, sum snúgva seg um Evropa og Nato eru tiknir úr amerikonsku friðarætlanini, og tað er ein avgerandi sigur, sigur hann.

Wadephul vil tó enn ikki greiða nærri frá smálutunum í ætlanini, skrivar Ritzau.

Tað var í farnu viku, at eitt amerikanskt uppskot til friðarætlan varð latið russum og ukrainum. Í ætlanini, sum er í 28 punktum, stóð m.a., at Ukraina ongantíð má fara uppí Nato, og at Nato ikki kann hava herfólk í Ukraina.

Finski forsetin, Alexander Stubb sigur um samráðingarnar, at framstig eru gjørd, men tað eru enn mál, sum ikki eru loyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder