Uttanlands

Týskland: Umhugsa at seta avmarkingar í verk fyri ókoppsett fólk

Ráðgevi hjá Angelu Merkel ávarar um, at avmarkingar kunnu verða settar í verk, um landið verður rakt av einari fjórðu smittubylgju

Fólk verða koppsett í Castrop-Rauxel, Týskland (Mynd: EPA)

Fólk verða koppsett í Castrop-Rauxel, Týskland (Mynd: EPA)

2021-07-25 11:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Myndugleikarnir í Týsklandi umhugsa at seta avmarkingar í verk fyri fólk, sum ikki eru koppsett, um smittustøðan í landinum versnar komandi mánaðirnar.

Tað ávarar Helge Braun, lækni og ein av ovasta ráðgevunum hjá samveldiskanslaranum, Angela Merkel, um.

Um tey fáa eitt høgt smittutal, kunnu tey, sum ikki eru koppsett verða noydd at avmarka talið á persónum, sum tey hava samband við. Hetta kann m.a. hava við sær, at ókoppsettir persónar ikki sleppa á bar, á matstovu, í biograf ella til ítróttatiltøk, um Týskland verður rakt av einari fjórðu bylgju.

Men so leingi sum koppsetingin riggar, verður heldur ikki neyðugt at lata landið aftur, sigur Helge Braun.

Hann undirstrikar, sambært Ritzau, at týska stjórnin hevur skyldu at verja heilsuna hjá borgarunum. Tað snýr seg um bæði at tálma smittuna, og at tryggja, at skurðviðgerðir ikki verða útsettar í vetur fyri at geva pláss fyri koronasjúklingum.

Uml. 60 prosent av týska fólkinum eru koppsett í minsta lagi eina ferð, og beint undir helvtin av fólkinum er fult koppsett. Í Føroyum eru 64,2 prosent av fólkinum koppsett, meðan 50,5 prosent eru liðugt koppsett.

Í Fraklandi og Grikkalandi eru avmarkingar longu settar í verk fyri ókoppsett fólk, og tað hevur elvt til mótmælistiltøk í báðum londum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder