Leygardagin 9. mai fara 300 skótar úr øllum landinum at seta sín dám á býarmyndina í Klaksvík, tá árligi smáskótadagurin verður hildin
Smáskótadagurin savnar børn úr øllum landinum og er ætlaður børnum frá 4. flokki og yngri. Luttakarnir verða býttir í bólkar og fara at luttaka í einari postarenning runt í býnum, har tey fáa ymiskar avbjóðingar, uppgávur og spæla spøl saman.
Evni fyri dagin í ár er “Ver til reiðar”.
Endamálið við smáskótadegnum er, at styrkja felagsskapin millum smáskótar kringa landið og samstundis geva teimum ein dag við spølum, avbjóðingum og felags upplivingum. Har tey eisini fáa høvi at menna førleikar og uppliva hvat tað er, at verða skóti.
Tiltakið byrjar kl 10 á Vágsbøi og endar á sama staði klokkan 15:30.
Íbúgvar og vitjandi í Klaksvík fara at at merkja lívið í býnum, tá nógvir skótar seta sín dám á gøtur og øki kring býin hendan dagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald