
Seinnapartin í gjár koyrdi ein maður í bili inn í eina mannamúgvu í týska býnum Passau, upplýsir týska løgreglan.
Maðurin er 48 ára gamal og irakiskur ríkisborgari, og hann varð handtikin eftir hendingina.
Fimm fólk vórðu særd og flutt á sjúkrahúsið, eftir at maðurin hevði rent á tey. Millum tey særdu eru 38 ára gamla kona hansara og fimm ára gamla dóttir teirra. Eingin er í lívsvanda.
Málið verður kannað nærri, men løgreglan upplýsir, sambært Ritzau, at ábendingar eru um, at tað er eitt møguligt stríð um foreldramyndugleika, sum liggur aftanfyri.
Passau liggur í Suðurtýsklandi við markið til Eysturríki, umleið 150 kilometrar eystanfyri München.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald