Innanlands

Tyrluvenjing í vindinum

Tyrlan hevur flogið lágt yvir Argjalandinum og eisini yviri við Strond seinnapartin, men talan er um eina venjing, verður upplýst av løgreglustøðini

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-12-09 17:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nøkur hava seinnapartin helst undrast yvir, at tyrlan nú seinnapartin hevur flogið lágt yvir Argjalandinum og eisini yviri við Strond.

Men tað er einki álvarsligt á vási. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at talan er um eina venjing.

Boðað verður frá nógvum vindi, men enn er friðarligt kring landið, og løgreglan hevur ongar fráboðanir fingið um vindskaðar enn. Nú klokkan 18 skuldi tað vera fitt av vindi í Suðuroy, og sum frálíður út á kvøldið verður vindur um alt landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder