2026-04-06 10:02
Í gjárkvøldið varð tyrlan send eftir nøkrum monnum, sum høvdu gingið seg fastar á Árnafjalli omanfyri Gásadal.
Tað var stutt fyri klokkan 21, at menninir ringdu til løgregluna, sum síðani boðaði MRCC frá.
Stutt fyri klokkan 22 hevði tyrlan verið eftir teimum, og vórðu teir fluttir á flogvøllin, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vaktleiðarin leggur afturat, at talan var um einar fimm mans, og at talan var um føroyingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald