Tað kom dátt við hjá fleiri, tá Strandferðslan í morgun mátti avlýsa fyrru túrarnar hjá Smyrli, orsakað av tekniskum breki. Men tey, sum skulu av landinum ella hava átrokðandi ørindi í meginøkinum, sleppa av oynni við tyrlu.
Smyril hevur í morgun brek á kølivatnsskipanini og tað hevur við sær, at túrarnir kl. 8:30 av Krambatanga og kl. 11 av Havnini ikki verða sigldir.
Tyrlan hjá Atlantsflogi skuldi flúgva fyrsta túrin úr Froðba klokkan hálvgun ellivu. Hetta er fyrst og fremst ein túrur til fólk sum hava átrokandi tørv at sleppa suður. Millum annað tey sum skulu av landinum seinnapartin, upplýsir Dánjal Samuelsen, stjóri í Strandferðsluni, fyri útvarpinum.
Alt eftir hvussu stórur tørvurin er, ger hon ein ella tveir túrar afturat, sigur hann. Tyrlurnar hjá Atlantic Airways taka 12 ferðafólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald