2025-10-13 10:31

Teir fimm menninir, sum í nátt hava verið veðurfastir í Miðvágsurð, eru komnir heimaftur.
Menninir vóru farnir eftir seyði í gjárkvøldið, men orsakað av veðrinum sluppu teir hvørki av stað við báti ella tyrlu, og máttu teir tí bíða eftir betri líkindum í morgun.
Vakthavandi hjá MRCC upplýsir fyri Portalinum, at bjargingartyrlan fór eftir monnunum stutt eftir klokkan níggju í morgun.
Les eisini: Fimm fjallmenn veðurfastir í Miðvágsurð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald