
Norðurlandahúsið upplýsir, at eykakonsertin hjá Týr og Føroya Symfoniorkestrið varð útseld uppá minni enn eitt korter. Hetta er tann skjótasta sølan í søguni hjá húsinum.
Í seinastu viku varð kunngjørt, at kvæðarokkbólkurin og symfoniorkestrið fara at samstarva um tvær konsertir í februar. Gravgangurin eftir atgongumerkjum var beinanvegin stórur, og tey 1600 atgongumerkini vóru burtur eftir sjey tímar
Ein eykakonsert varð kunngjørd, og sølan byrjaði klokkan 09 í morgun. Áðrenn klokkan 09.15 vóru tey 800 atgongumerkini farin .
Ekstrakonsertin verður 8. februar 2020 klokkan 16 - ímilum tær upprunaligu konsertirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald