Tvøroyri er nýtt ferðamál hjá Nordic Port Group

Hetta merkir, at Tvøroyri nú er fullur partur av norðurlendska netverkinum, sum fevnir um ferðamannahavnir og ferðamál í Svøríki, Íslandi og nú eisini Føroyum

Í nýggju lýsingini verður Tvøroyri framhildin sum ein portur inn til eina av teimum mest autentisku og dramatisku upplivingunum í Føroyum

Í nýggju lýsingini verður Tvøroyri framhildin sum ein portur inn til eina av teimum mest autentisku og dramatisku upplivingunum í Føroyum

2025-11-22 18:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nordic Port Group (NPG) hevur í vikuni almannakunngjørt Tvøroyri sum eina av sínum útvaldu destinatiónum, og er lýsingin nú sjónlig á heimasíðuni hjá felagnum.

Hetta merkir, at Tvøroyri nú er fullur partur av norðurlendska netverkinum hjá NPG, sum fevnir um ferðamannahavnir og ferðamál í Svøríki, Íslandi og nú eisini Føroyum.

Sterk og jalig lýsing av Tvøroynni og Suðuroynni

Í nýggju lýsingini verður Tvøroyri framhildin sum ein portur inn til eina av teimum mest autentisku og dramatisku upplivingunum í Føroyum.

NPG lýsir staðið soleiðis:

Tvøroyri liggur vøkur og friðarlig fram við Trongisvágsfirði.
Býurin hevur sterka maritima arv og spennandi søgu sum handilsstaður.
Gamla býarmyndin við litskrýddum træhúsum og norsku kirkjuni er sermerkt
Suðuroy bjóðar stórsligna náttúru við fjøllum, víðum dølum og duldum víkum.
Hvannhagi, SALT og fjølbroyttir gongutúrar verða framhevaðir, og uppplivingin á Tvøroyri er bæði heimlig, náttúrlig og “off-the-beaten-path”

NPG staðfestir, at gestir, ið vitja Tvøroyri og Suðuroy, fáa eina uppliving, ið er bæði ótamda, innilig og minnisríka – sjálva kjarnan av Føroyum.

Burðardygg menning í miðdeplinum

Bæði Tvøroyrar kommuna og NPG leggja stóran dent á burðardygga menning av ferðavinnuni.

Møguleikar skulu skapast í lokalum samfelagnum, og tað eru lokalir veitarar og fólkið sum har virkar, sum skulu fáa ágóðan av menningini.

Strategiin hjá NPG er greið.

- Burðardygt er ein strategi, ikki ein marknaðarkampanja. Teir arbeiða við at sameina búskaparliga menning við umhvørvisligum og sosialum javnvági – alt frá infrastruktur til lokal upplivingartilboð.

NPG leggur eisini dent á at millum annað menna vitjanina frá tí lokala útgangsstøðinum, heldur enn at brúka standardloysnir og at bøta og minka um ávirkanina á náttúruna.

Hetta samsvarar púrasta við ynskini hjá Tvøroyrar kommunu.

- Tvøroyrar kommuna fegnast um, at Tvøroyri nú er sjónliga partur av NPG-netverkinum. Hetta gevur nýggjan altjóða sýnileika og opnar fyri fleiri samstarvsmøguleikum og nýggjum menningarmøguleikum.

Tvøroyrar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder