Innanlands

Ferðsluóhapp í Kaldbaksbotni

Óhappið, sum hendi stutt fyri middag, var ikki álvarsligt, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-07 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt fyri klokkan 12 var eitt ferðsluóhapp sunnan fyri tunnilsmunnan í Kaldbaksbotni.

Sjúkrabilur og sløkkilið vórðu send á staðið.

Ein bilur var í óhappinum, ið, sum skilst, ikki er álvarsligt.

Tveir persónar vóru í bilinum, og onkur hevur fingið onkrar snuddir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder