Innanlands

Tvøroyri: 11 valevni stilla upp á nýggjum felagslista

Á listanum eru valevni, sum til seinasta kommunuval stillaðu upp á Kommunulistanum og Borgaralistanum

Millum tey 11 valevnini á Felagslistanum er Kristin Michelsen, borgarstjóri (Savnsmynd)

Millum tey 11 valevnini á Felagslistanum er Kristin Michelsen, borgarstjóri (Savnsmynd)

2020-10-18 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggjur felagslisti er gjørdur til kommunuvalið á Tvøroyri. Á listanum, sum varð kunngjørdur leygarkvøldið, eru bæði valevni av Kommunulistanum og Borgaralistanum.

Millum tey 11 valevnini eru Kristin Michelsen, borgarstjóri, og Alvi Mortensen, sum vórðu valdir inn í býráðið á Kommunulistanum og Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri, sum varð vald inn á Borgaralistanum.

Á valinum fyri fýra árum síðani fekk Kristin Michelsen 297 atkvøður, Anita Vibergsdóttir fekk 70 atkvøður, og Alvi Mortensen 55.

Valevnini, ið stilla upp á nýggja Felagslistanum eru hesi:

  • Jónleyg Jespersen Bech
  • Mina Joensen
  • Júst Albinus Johannesen
  • Kristin Michelsen
  • Alvi Mortensen
  • Jónhild Midjord Nybo
  • Ólavur Rasmussen
  • Rasmus Rasmussen
  • Reidar Simonsen
  • Frits Strøm
  • Anita Vibergsdóttir
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder