Innanlands

Tvey tikin fyri rúsevnakoyring

Blóðroyndir skulu vísa, hvat víðari skal henda við bilførarunum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-22 08:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan støðgaði í gjárkvøldið tveimum bilførarum, sum nú eru skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum.

Fyrri bilurin varð støðgaður á oyggjarvegnum nakað fyri klokkan 18. Hin seinni varð tikin í Norðurøkinum nakað fyri klokkan 20.

Tá illgruni er um koyring undir rúsevnaávirkan, verður blóðroynd tikin av bilføraranum. Tað tekur nakrar dagar til úrslitið av blóðroyndini.

Í Havn støðgaði løgreglan eisini tveimum bilum, sum framvegis koyrdu á píkadekkum, hóast hetta hevur verið bannað sínað hálvan henda mánaðin. Tað gevur bót at koyra við píkadekkum um summarið.

Í gjáramorguni hendi eitt ferðsluóhapp nærhendis tunnilsmunnan oman fyri Oyrareingir. Av ókendum orsøkum stoyttu tveir bilar saman. Bilarnir fingu so mikið stórar skaðar, at teir máttu sleipast burtur. Onki er frætt um persónsskaða, verður upplýst av politistøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder