Innanlands

Tvey sløg av vistfrøðiligum sólblómukjarnum afturkallað

Deyðar klukkur eru funnar í nøkrum av posunum, og tí eru kjarnirnar ikki egnaðar til mannaføði

2019-01-05 18:10 Author image
Alda Nielsdóttir

System Frugt A/S afturkallar tvey sløg av vistfrøðiligum sólblómukjarnum, sum eru seld í føroyskum handlum.

Hesum boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá á heimasíðu sínari.

Orsøkin til, at hesar vørur verða afturkallaðar er, at deyðar klukkur eru funnar í nøkrum av posunum, og tí er vøran ikki longur egnað til mannaføði.

Hetta snýr seg um Grøn Balance Økologiske Solsikkekerner og Belbake Bio Solsikkekerner, bæði sløgini fáast í posum við 500 gram.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir til, at vøran verður burturbeind ella latin inn aftur har hon er keypt.

Meira kann lesast her.

placeholder
placeholder