
Sunnudagin vórðu tvær kvinnur skotnar til deyðis í einari kirkju í býnum Lexington, sum liggur í amerikanska statinum Kentucky.
Viðkomandi, sum skeyt varð skotin til deyðis av løgregluni, boðar løgreglan í økinum frá.
Umframt skottilburðin í kirkjuni - Richmond Road Baptist Church - skeyt viðkomandi, sum er undir illgruna, eisini eitt løgreglufólk nær við Blue Grass-floghavnini í býnum, skrivar Ritzau.
Løgreglufólkið hevði steðgað bilinum hjá persóninum eftir at hava fingið eina ávaring um akfarið. Síðani varð løgeglufólkið skotið.
Í gjárkvøldið varð boðað frá, at løgreglufólkið fekk viðgerð fyri sínar skaðar, og at støðan var góð.
Umframt tær báðar kvinnurnar, sum vórðu dripnar í kirkjuni, vórðu tveir menn eisini raktir av skotum í økinum. Báðir vórðu fluttir á sjúkrahúsið, og støðan hjá tí eina manninum er hættislig.
Motivið handan skottilburðin er ógreitt, men fyribils upplýsingar geva ábendingar um, at drápsmaðurin hevði tilknýti til fleiri persónar í kirkjuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald