2026-03-08 09:52
Seinnapartin í gjár - stutt áðrenn klokkan 17 - gjørdi løgreglan ferðmátingar í Leirvík, og har vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.
Hóast hámarksferðin var 50 kilometrar um tíman, koyrdu hesir báðir ávikavist 75 og 76 kilometrar um tíman, og tað gevur eitt klipp í koyrikortið.
Í nátt tók løgreglan eisini ein bilførara fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Hetta var um klokkan 2.30 í Norðurøkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald