2025-10-30 07:47
Í gjáramorgunin var hált nógva staðni í landinum. Í Sørvági var tað serliga í brekkuni oman til bygdina.
Har hendi tað óvanliga, at tveir bilar, nærum samstundis, fóru á glið og rendu inn í ein parkeraðan bil við vegjaðaran – fyrst ein og síðan ein annar bara ein minutt seinni longur niðri í brekkuni.
Eftir hetta bleiv vegurin saltaður, og so var tann trupulleikin loystur.
Aftur í morgun er hált nógvastaðni, men vaktleiðarin á løgreglustøðini hevði ikki fingið fráboðanir um nakað óhapp, tá vit tosaðu við løgregluna um hálvgun átta tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald