Innanlands

Tvey fólk tikin fyri at koyra ov skjótt í gjár

Ein prutlkoyrari varð tikin í Miðvági, og ein bilførari varð tikin sunnanfyri Hósvík. Ein bilførari fær eisini klipp fyri ikki at halda víkiskylduna, eftir at hann rendi á ein annan bil á Argjum.

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-10-23 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir

Beint fyri klokkan hálvgum trý seinnapartin í gjár, var eitt ferðsluóhapp á Argjum. Talan var um ein bilførara, sum ikki helt treytaleysu víkiskylduna, og úrslitið var, at hann rendi á ein annan bil.

Skaðin var tó bara materiellur, sigur løgreglan, og fær bilførarin eitt klipp fyri ikki at halda víkiskylduna.

Í gjárkvøldið vórðu tvey fólk eisini tikin fyri at koyra ov skjótt.

Tað fyrsta málið var í Miðvági beint fyri klokkan 20, har ein persónur varð tikin fyri at koyra ov skjótt á prutli.

Sambært løgregluni koyrdi viðkomandi ikki bara skjótari, enn loyvt var, men viðkomandi hevði heldur ikki koyrikort til prutlið.

Umframt at prutlkoyrarin fær bót fyri brot á ferðslulógina, fær eigarin av prutlinum eisini bót fyri at hava latið tað upp í hendurnar á ein persón, sum ikki hevur loyvi at koyra á tí, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Klokkan 23.30 varð ein bilførari eisini tikin sunnanfyri Hósvík fyri at koyra av skjótt. Viðkomandi koyrdi við 109,5 km/t, og fær tí bót fyri hetta.

placeholder
placeholder