Uttanlands

Tvey fólk doyðu í skalvalopi í Noregi

Sjey fólk vóru á ferð í fjøllunum norðan fyri Hemsedal, tá ein skalvur rakti fýra teirra

Hemsedal er eitt vælumtókt frítíðarstað fyri skíðakarar. Skalvalopið hendi í fjøllunum nakað norðan fyri kendu skíðbrekkurnar (Savnsmynd: EPA)

Hemsedal er eitt vælumtókt frítíðarstað fyri skíðakarar. Skalvalopið hendi í fjøllunum nakað norðan fyri kendu skíðbrekkurnar (Savnsmynd: EPA)

2026-04-07 08:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvey fólk lótu lív í skalvalopi nærhendis Hemsedal í Noregi í gjár. Talan er um eina kvinnu í tjúgunum og ein mann í trýatiárunum, sum bæði vóru búsitandi í Hemsedal.

Vanlukkan hendi, tá eitt fylgi á sjey fólk vóru á túri í fjøllunum norðan fyri bygdina Hemsedal, niðan í eitt øki, kallað Halsane nærhendis fjallið, ið eitur Svarthetta.

Skriðan, sum rakti fólkini var millum 250 og 300 metrar breið og 500 metrar long. Fýra av fólkunum vórðu rakt, harav tað eina ikki varð funnið aftur beinanvegin.

Alarmurin um vanlukkuna ljóðaði um 11 tíðina fyrrapartin, og sjálvboðin bjargingarfólk á skíðum og snjóskutarum vórðu beinanvegin send út at leita. Eisini vórðu tvær SAR bjargingartyrlur sendar avstað. Ein tíma seinni varð saknaði persónurin funnin aftur, men tá varð eisini staðfest at bæði viðkomandi og ein annar ikki stóðu til at bjarga, skriva norskir fjølmiðlar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder