Innanlands

Tvey ferðsluóhapp í Vágum í gjár

Ein bilførari rendi á ein garð, og ein annar helt ikki víkiskylduna og rendi á eitt annað akfar

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-09-27 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarmorgunin um klokkan hálvgum tíggju, fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur, sum hevði fingið skaða, stóð við ein garð í Sørvági.

Tað vísti seg, at førarin hevði rent á garðin uttan at boða frá óhappinum, og fekk løgreglan fráboðanina einar 2-3 tímar eftir, at tað var hent.

Vaktleiðarin á politistøðini upplýsir, at viðkomandi er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, og at blóðroynd er tikin av honum. Er promillan ov høg, kann persónurin missa koyrikortið.

Vanligt er eisini, at ein fær bót fyri ikki at boða frá slíkum óhappi.

Meðan løgreglan var í ferð við at kanna fyrra óhappið, kom ein fráboðan um eitt annað óhapp, eisini í Vágum.

Í hesum førinum var tað eitt víkiskylduóhapp á vegnum omanfyri flogvøllin. Ein bilur koyrdi av einum ídnaðarøki og rendi á ein annan bil, tá hann snaraði inn á landsvegin.

Nógvur materiellur skaði var, og var tað serliga ringt hjá tí eina bilinum, upplýsir løgreglan. Ein persónur var eisini koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men sum skilst hevur talan ikki verið um álvarsaman fólkaskaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder