2025-10-20 10:37

Sunnudagin fekk løgreglan tvær fráboðanir um ferðsluóhapp.
Tað fyrra var við Hellurnar stutt eftir midnátt, har ein bilur rendi á ein seyð. Har var nakað av materiellum skaða men tó eingin fólkaskaði.
Um kvøldið varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Klaksvík, har ein bilur ikki helt víkiskylduna og rendi á annan bil. Eingin fólkaskaði var, men bilførarin er skuldsettur fyri ikki at halda víkiskylduna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald