placeholder
Uttanlands

Tvey farmaskip afturat farin úr Ukraina

Skipini Sacura og Arizona fóru í morgun úr ukrainskum havnum við ávikavíst sojabønum og mais – Tey eru ávegis til Italia og Turkalands

Farmaskipið Razoni, sum fór úr Odessa fyri viku síðani (Mynd: EPA)

Farmaskipið Razoni, sum fór úr Odessa fyri viku síðani (Mynd: EPA)

2022-08-08 07:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun fóru tvey farmaskip afturat úr Ukraina við korni, upplýsir turkiska verjumálaráðið sambært Ritzau.

Tað eina skipið, ið nevnist Sacura, fór av havnini í Juzjne, ið liggur vestanfyri Odessa. Skipið, ið hevur 11.000 tons av sojabønum í lastini, er ávegis til Italia.

Hitt skipið, ið nevndist Arizona, fór úr Tjornomorsk við 48.450 tons av maisi. Skipið er ávegis til Turkalands.

Í gjár fóru fýra farmaskip úr Ukraina, og leygardagin kom eitt útlendskt farmaskip til Ukraina fyri fyrstu ferð, síðan kríggið byrjaði 24. februar. Talan var um eitt skip, sum er skrásett í Barbados.

Fyri einari viku síðani fór fyrsta farmaskipið úr Ukraina við korni, eftir at avtala um útflutning varð komin í lag millum Russland og Ukraina – við hjálp frá Turkalandi og ST.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder